Send okkum boð
Áheitan og fráboðan
Bið um tænastu ella boða frá feili ella mangli

Fyri at tryggja at tú fært skjóta og rætta tænastu, vilja vit vinarliga heita á teg, um at fylla niðanfyri standandi teigar út. Jú fleiri og neyvari upplýsingar tú kanst geva, jú betur fáa vit hjálpt tær. Tað er sera gott, um tú eisini leggur myndir við.

Viðlíkahald og umvæling

Grant hevur royndar handverkarar, sum gera viðlíkahald og umvælingar kring alt landið. Tú ert vælkomin at heita á okkum, um tú hevur eina uppgávu, tú ynskir at fáa loyst. Send okkum ein fyrispurning við at fylla teigarnar út. So frættir tú skjótt frá okkum aftur.

Garanti ella ikki

Boðar tú frá einum trupulleika, sum er fevndur av okkara garanti, umvæla vit sjálvandi uttan kostnað.

Vísir tað seg at feilurin er uttanfyri garanti, so bjóða vit okkum kortini at loysa trupulleikan fyri teg, men gera tá arbeiðið fyri vanliga tímaløn. Um tú vilt, kunnu vit eisini gera eina kostnaðarmeting áðrenn vit koma út. So hevur tú møguleika at taka av ella at finna aðra loysn.

Óneyðug boðsending

Tað kemur fyri, at vit verða boðsendir at umvæla eitt garanti-arbeiði, sum kortini vísir seg ikki at vera okkara ábyrgd. Tá taka vit kr 250 fyri at hava verið úti, og mett um og staðfest ábyrgdina.

Sí okkara reglur og leiðbeiningar um garanti her: Góðskutrygd.

Er ísetan trupulleikin?

Um so er, at tað er ein feilur í sambandi við ísetanina, t.d. at tað lekur millum vindeygakarmin og húsaveggin, er týdningarmikið at tygum kanna, hvør hevur sett vindeyguni ella hurðina í. Hevur GRANT sett í, kanst tú rokna við at garantiið loftar trupulleikanum, men hevur onkur annar t.d. tú sjálvur ella annar timburmaður sett í, so eigur tú at venda tær til viðkomandi, og biðja hann rætta feilin. 

Trupulleikar av sjálvvirkandi hurðum?

Hevur tú teknað eina avtalu um viðlíkahald og døgntænastu í sambandi við sjálvvirkandi hurðar ella um annað átrokandi er áfatt, so ert tú vælkomin at ringja ella skriva beinleiðis til okkara tænastutøkning Leivur Dalsgarð á tel: +298 290 015 ella á teldupost: verk@grant.fo,

Vegleiðing til teigarnar

Vinarliga lat okkum so nógvar og neyvar upplýsingar sum gjørligt. Tað kemur sera væl við, um tú kanst senda mynd av feilinum ella trupulleikanum. Er onkur spurningur, sum tú ikki veitst at svara, vel so møguleikan ´veit ikki´.
Teigarnir, sum eru merktir við eini stjørnu (*) skulu vera fyltir út, fyri at fráboðanin kann fara ígjøgnum skipanina.
Legg merki til, at niðast er ein lítil kassi við enskum teksti ´I am not at robot´. Hetta er ein trygdarskipan, og tú skalt bert seta eitt flugubein/merki í. 

Við hesi skipan koma tín boð beinleiðis til okkara fólk, sum avgreiða hesi viðurskifti kring landið. 
Takk fyri tína hjálp.

SEND FRÁBOÐAN

Sí ordraváttan ella finn eina dagfesting í rúta-rammuni.