
Smyr liðiligar lutir
Óansæð um tíni vindeygu ella hurðar eru av træ, plast ella aluminium, so er gott at hyggja nærri at teimum av og á. Onki er fullkomiliga viðlíkahaldsfrítt. Ein góður vani er at smyrja besløg, hongsl, skinnarar, glíðarar/oyruni ovast í hornunum og annars allar liðiligar lutir í minsta lagi einaferð árliga. Gert tú tað um heystið, so eru vindeygu og hurðar klár til vetrarveðrið. Brúka vanliga sýrufría olju. Tú skalt helst ikki brúka rustloysara, tí hann upploysir ikki bert rust, men skaðar eisini haldførisviðgerðina á jarndeilum. (t.d. er tað væl kenda WD40 ikki gott til hetta endamálið.) Hjá GRANT kanst tú keypa serliga olju og sápu, sum okkara týski tilfarsveitari viðmælir til vindeygu og hurðar.
Drenhol har vatn kann renna útTá tú nú ert farin at smyrja, so er tað eitt gott hugskot at hava ein klút og kanska ein lítlan kust við hondina. Turka og busta dust og fínan sand av pakningum og úr karminum. Hevur tú plastvindeygu, so eigur tú eisini at ansa eftir at drenholini í vindeyganum eru opin, soleiðis at vatn ikki stendur í karminum, men kann renna út aftur.
Drenholini eiga at hava ein slíkan kappa á uttan. Um tú manglar hesar, so eiga vit slíkar á goymslu.
Við regluligum viðlíkahaldi leingir tú munandi um livitíðina hjá tínum vindeygum og hurðum.
Olju og sápu kanst tú keypa á okkara sølustøðum. Vit eru í Vatnsoyrum (opið gerandisdagar), í Klaksvík (opið týsdag og hósdag) og í Havn (opið gerandisdagar).
Les meira um viðlíkahald í hesum pdf-skjali: HER
Ella finn skjalið undir yvirskriftini ovast á síðuni: Góðskutrygd.