Seinasta

Heidi Selfoss útlærd

08 - 11 - 2019

Í dag er Heidi Selfoss útlærd á høvuðsskrivstovuni hjá Grant í Vatnsoyrum. Hon hevur staðið í læru sum skrivstovunæmingur við sergrein innan fyrisiting

Køka til Heidi Selfoss 8.11.2019

Í hesum sambandi var hugnaligur morgunmatur á deildini í Vatnsoyrum, har stjórin Kaysten Rasmussen handaði henni blómur og gávu. Hann ynskti henni tillukku og takkaði fyri hennara ídni, dugnaskap og góða hugburð. Hann fegnaðist um, at Heidi hevur valt at halda fram í starvi hjá Grant, og boðaði samstundis frá, at hon nú var sett sum bólkaleiðari hjá ordraviðgerðunum. Hetta er toymið, sum tekur ímóti bíleggingum, ger tilboð og sendir bíleggingarnar víðari til framleiðsluna. Viðskiftafólk, sum hava ringt inn kenna Heidi á hennara glaðu rødd og hennara hollu ráðgeving.

Starvsfelagar hjá Heidi ynskja henni hjartaliga tillukku og gleðast um at hon heldur fram her hjá okkum.