
Skifta restina av vindeygunum
Í dag er avtala gjørd millum Havnar Arbeiðarafelag og Grant, um at skifta vindeygu í bygninginum á Tinghúsvegi 7 í Havn.
Talan eru um at skifta 47 eindir til snotilig og dygdargóð plastvindeygu.
Frammanundan hevur Grant skift gott 20 eindir í bygninginum, og snýr henda nýggja avtalan seg sostatt um at fullføra ætlanina hjá Havnar Arbeiðarafelag, um at endurnýggja allan bygningin.
Arbeiðið at skifta vindeyguni byrjar í mei í 2020. Og tá arbeiðið er liðugt, er komið á mál við útskiftan av vindeygum á Tinghúsvegi 7.
Grant fegnast um avtaluna og takkar fyri álitið at veita Havnar Arbeiðarafelag nýggj vindeygu av bestu góðsku.
----------------
Á myndini eru: Monrad Kjelnæs, skrivari og Hans Joensen, formaður, báðir umboðandi Havnar Arbeiðarafelag og Gunleif Berjastein, ráðgevi og sølumaður umboðandi Grant.