Seinasta

Skriv til veitarar, kundar og samstarvsfelagar

13 - 03 - 2020

Til Veitarar, kundar og samstarvsfelagar

Í Vatnsoyrum 13. mars 2020

Fyrivarni vegna corona-virus

Góðu tit,
Eins og øll onnur fylgja vit væl við, hvussu støðan er og broytist í sambandi við Corona-smittuna.
Í hesum sambandi hava vit sett fyribyrgjandi tiltøk í verk, fyri at minka um vandan hjá okkara starvsfólki, kundum, veitarum og samstarvsfeløgum. Samstundis gera vit alt, sum vit kunnu, fyri at halda framleiðsluna og virksemið koyrandi sum vanligt. Í løtuni eru vit ikki skerd, og kunnu halda gjørdar avtalur um veitingartíðir.

Tó, um starvsfólk antin vera smittað ella sett í sóttarhald, so fær tað sjálvandi avleiðingar. Vandi er fyri at vit noyðast at útseta onkrar veitingar. Hetta fara vit at kunnað tykkum um, tá/um tað gerst veruleiki.

Tiltøk, sum vit higartil hava sett í verk:

  • Øll, sum vitja okkum, verða vinarliga biðin um at vaska/spritta hendur.
  • Øll leggja dent á reinføri (vaska og spritta hendur) og at halda frástøðu til hvønn annan.
  • Á sølustøðunum í Klaksvík, Hoyvík og Vatnsoyrum mæla vit til, at folk ikki koma á vitjan, uttan at tað er alneyðugt. Vit svara telefon og teldupostum sum vanligt.
  • Okkara framleiðslur eru stongdar fyri kundar og veitarar (serligar avtalur kunnu gerast).
  • Kundar verða vinarliga bidnir um at ringja ella skriva í staðin.
  • Veitarar verða vinarliga bidnir um at boða frá, og síðani seta vøruna á avtalað stað uttanfyri.

Ring á hesi telefonnummur: 

Í Vatnsoyrum, Jóhan 274498
Í Miðvági, Andras 290004
Á Rituvíkshálsi, Rógvi 256167

  • Ein skipan um partvís at arbeiða heimanífrá verður sett á stovn.
  • Vit ferðast og fundast minst møguligt.

Vit vóna at tit skilja okkara støðu, og at øll gera sítt, fyri at verja okkum og okkara kæru móti Corona-smittuni.

Bestu ynskir til tykkum øll.

Vinaliga

GRANT – Tel: 355 000