Seinasta

30 vindeygu og hurðar til Missiónshúsið í Rituvík

20 - 04 - 2020

GRANT og TN-bygging hava gjørt avtalu, um at GRANT skal framleiða og lata vindeygu og úthurðar til nýggja snotiliga missiónshúsið, sum TN-bygging byggir í Rituvík. Talan er um 30 eindir, sum lúka øll tíðarhóskandi krøv um dygd, trygd og útsjónd.

Missiónshúsið í Rituvík fær HDYGD-vindeygu

Torben Nielsen frá TN-Bygging og Magnus Knudsen frá GRANT hava gjørt avtalu um, at nýggja Missiónshúsið í Rituvík fær bestu plastvindeygu á marknaðinum - tey væl kendu HDYGD-vindeyguni. Tilfarið verður úr plasti, sum er folierað í vøkrum tíðarhóskandi antrasittgráum liti. Rituvíkin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, men eisini ábært, tá illveður er og ættin liggur uppá land. Tí er týdningarmikið at tryggja sær sterk og haldgóð vindeygu. Glasið í vindeygunum verður 3-lag orkusparandi trygdarglas.

15 ára garanti

GRANT veitir altíð 12 ára garanti uppá vanlig vindeygu og hurðar. Til ber at leingja um garantiið, um eigarin teknar eina viðlíkahaldsavtalu, sum inniber at GRANT ger regluligt eftirlit og viðlíkahald. Henda møguleika hevur Missiónshúsið í Rituvík tikið av, og sostatt tryggjað sær 15 ára garanti uppá vindeygu og hurðar. 

Húsið avhendað í summar

TN-bygging við Torben Nielsen byggir og innilokar húsið, sum eftir ætlan skal avhendast í summar. Trúboðin.fo skrivar, at húsið verður í tveimum hæddum, og hvør hædd verður 200 fermetrar til støddar. Hetta er umleið dupult so stórt, sum gamla missiónshúsið. Í kjallaranum verður ein ´multisalur´, 104 fermetrar til støddar, har 120 fólk sleppa til borðs. Harumframt er køkur, uppvaskirúm, goymsla, tvey vesi og tøknirúm í neðra. Í erva verður ein salur, 110 fermetrar til støddar, ein stova, ið eitt nú kann brúkast til fundarvirksemi, barnaansing, bønarmøtir og annað, goymslurúm og eitt vesi. Nýggja húsið verður bygt á sama grundstykki, har gamla missiónshúsið stóð. Tað húsið var frá 1935. Ein bygginevnd stendur á odda fyri byggingini. Í henni eru Jóhan Henrik Olsen, Helgi Olsen, Thomas Kjelnes og Hjalmar Hansen.

Bygt verður á sama staði, sum gamla missiónshúsið stóð.Hjalmar Hansen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið upplýsir, at tá ið húsið verður latið teimum innilokað í summar, og sjálvbodna arbeiðið kann fara í gongd, hevur tað kostað 3,2 milliónir krónur. Tá eru allar útreiðslur taldar við, eisini jarðhiti, har tvey hol eru borað til endamálið. Av hesum eru 2,2 milliónir komnar inn í gávum, eins og frá serligum tiltøkum, so sum ein árligur basarur seinastu árini. Tann síðsta milliónin er lánt, skrivar Trúboðin.

GRANT takkar fyri álitið at sleppa at framleiða og veita vindeygu og hurðar. Somuleiðis ynskja vit rituvíkingum tillukku og bestu eydnu við nýggja missiónshúsinum.

 

 

Vit vitjaðu í Rituvík fyrst í apríl í ár 2020 og tóku nakrar myndir, nú húsið er innilokað.