Seinasta

Vindeygu og hurð skulu standa sína roynd
24 - 06 - 2020
Nýggj hurð stjórað við línu upp á Lítlu Dímun
GRANT hevur fingið eitt sera hugtakandi sjónband og myndir sendandi frá eigarunum av Lítlu Dímun. Teir hava keypt dygdarvindeygu og hurð frá GRANT. Hetta hava teir ført við báti, og stjórað við línu upp á oynna. Nú hava teir sett í, og úrslitið sær gott út. Vit fegnast um, at teir hava álit á okkara vindeygum og hurðum. Her fer uttan iva at standa nógv á, tá vetrarstormar við kava, regni og søltum sjóroki fara at oysa yvir oynna. Tá ræður um at hava bygt við skili.
Sjónband sæst á facebook, trýst HER
Sí fleiri myndir longur niðri á síðuni ella trýst HER