Seinasta

Nýggjur faldari um plast
25 - 08 - 2020
Vit eru í holt við at framleiða nýggjar faldarar um okkara vørur og tænastur. Tann fyrsti, sum er liðugur, er tann um vindeygu og hurðar úr plasti/pvc. Her sært tú nakað av okkara úrvali, og fært holla vegleiðing og kunning um møguleikar og hvat er vert at hava í huga, tá tú skalt keypa vindeygu ella hurðar.
Tú kanst fáa faldaran í pappírsútgávu á okkara sølustøðum í Vatnsoyrum, í Klaksvík og í Havn. Eisini er faldarin á veg til Balslev í Hoyvík og til R.B.Thomsen Timburhandil á Tvøroyri. Haraftrat ber til at taka faldaran niður í talgildari útgávu her:
GRANT - Vindeygu og hurðar sum halda.