Seinasta

Glas- og alufasada til Tórsvøll

24 - 09 - 2020

FSF-húsið á Tórsvølli fær glas- og alufasadu frá GRANT

Mánadagin 21. september vóru hesir veggirnir fluttir úr framleiðsluhøllini hjá GRANT á Rituvíkshálsi við kós móti Tórsvølli. Sostatt eru vit nú komin har til, at vit byrja at montera, og fáa ein dagligan arbeiðsdag á Tórsvølli. Hetta er ein stór uppgáva, sum vit sjálvsagt vilja loysa við nærlagni. Vit vóna, at tað fer at ganga væl.

At arbeiða á tjóðleikvølli føroyinga er ein heiður. Man hoyrir kendu orðini fyri sínum oyrum: Spyr ikki hvat tjóðin kann gera fyri teg, spyr heldur hvat tú kanst gera fyri tjóðina!
- Ja, vit kunnu so gera glæsiligar alufasadur, sum hóska til ein tjóðleikvøll.

Tað er J&K Petersen, saman við MAP Arkitektum, ið stendur fyri øllum arbeiðinum. Vit takka fyri landsliðsboðini, um at veita henda partin av stóru verkætlanini.