
Glas til Oilwind
Tað kennist altíð gott, tá ein uppgáva verður avgreidd.
Í hesi vikuni hava vit lagt síðstu hond á eina spennandi og avbjóðandi uppgávu hjá OILWIND í Miðvági. GRANT hevur fingið heiðurin at framleiða og seta nýggj vindeygu og hurðar í allan bygningin. Talan er um sterk, haldfør og snøgg plastvindeygu og hurðar, sum eru folierað ein lit, sum Oilwind sjálvi hava valt.
Harumframt hava vit sniðgivið og serframleitt eina hábærsliga inngongd til bygningin. Her er tilfarið úr glasi og aluminiumi. Til uppsetanina hava vit enn einaferð fingið gott samstarv við sterka kranabilin hjá Hans Egil Joensen & synir.
Tað má tulkast sum eitt týðiligt tekin um áræði og stórt sjálvsáliti, tá eitt virkið byggir slíkar snotiligar karmar um sítt virksemi.
Vit takka Oilwind fyri uppgávuna og ynskja teimum alla tí bestu eydnu við bæði bygningi og virksemi sum heild.