Seinasta

Tveir nýggir faldarar

12 - 11 - 2020

GRANT framleiðir vindeygu og hurðar úr ymiskum tilfari: plast, timbur, træ/alu, umframt stórar glas og alufasadur, sjálvvirkandi hurðar o.a.

Til sethúsamarknaðin í Føroyum selja vit serliga plastvindeygu og -úthurðar og træ- og træ/alu-vindeygu.

Fyri at geva kundum okkara íblástur, kunning og eina neyva vegleiðing, tá vindeygu og hurðar skulu bíleggjast, hava vit framleitt tveir nýggjar faldarar:

  • Alt um plast - vindeygu, úthurðar og skjótihurðar.
  • Alt um træ og træ/alu - Vindeygu og altanhurðar.

Faldararnir eru tøkir á søludeildunum í Vatnsoyrum, í Havn og í Klaksvík, umframt hjá Balslev í Hoyvík. Eisini eru teir tøkir á heimasíðuni í pdf-formati. Vit lata teir sjálvsagt ókeypis út til áhugaði. Og til ber eisini at taka faldara niður av heimasíðu okkara HER.