Seinasta

Jarnhold Nattestad nýggjur í starvi

03 - 12 - 2020

GRANT hevur sett Jarnhold Nattestad í starv sum sølustjóra. Hann byrjaði tann 1. desembur 2020, og kemur styrkja okkara deild, sum fæst við ráðgeving og sølu. 

Jarnhold kemur úr einum starvi hjá Sandavágs Timburhandli. Har hevur hann verið síðani 2009, og hevur drúgvar royndir í sølu til handverkara- og byggivinnuna. Vit gleða okkum til hendan styrkin, og vóna at bæði starvsfólk og kundar taka væl ímóti honum.