Seinasta

SETA Í ALT ÁRIÐ HJÁ VÆL NØGDUM KUNDUM

15 - 12 - 2020

Tað er nógv at gera hjá okkara starvsfólkum, sum seta vindeygu, hurðar og størri fasadur upp. Vit hava toymir, sum hvønn dag í árinum eru úti kring alt landið, og loysa smærri og størri uppgávur.

Vit fegnast um, at kundar javnan lata okkum frætta, at tey eru sera væl nøgd við arbeiðið, hesir gera. Vit hoyra, at teir eru vinarligir og fyrikomandi, gera arbeiðið til lítar og haraftrat ganga væl um. Eitt gott umdømi er meira vert enn nakað rópandi marknaðarátak.

TRYGGLEIKI TÁ VIT SETA Í

Nógvir kundar biðja okkum seta í fyri seg. Tað gevur kundanum tryggleika. Kundin er vísur í at tað eru royndir og væl skikkaðir menn, sum seta í, og kundin fær garanti uppá bæði vøru og íseting. Vit lata heili 12 ár garanti uppá vindeygu og hurðar. Hetta er eisini galdandi fyri ísetingina, har GRANT hevur sett í.

Vegna montørar hjá GRANT takka vit fyri gott samstarv og gestablídni kring landið.

Gleðilig jól og gott nýggjár.