Seinasta

Handilsvirkið Niclasen umboðar nú eisini GRANT
21 - 12 - 2020
Stutt undan jólum 2020 var avtalað gjørd millum Handilsvirkið Niclasen og GRANT, um at vørur, sum GRANT framleiðir, kunnu bíleggjast frá Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági.
Sostatt hava vit nú trý umboð kring landið: Bygma Balslev í Hoyvík, Richard B. Thomsen á Tvøroyri og nú eisini Handilsvirkið Niclasen í Sørvági. Haraftrat hava vit egin sølustøð í Klaksvík og í Havn.
GRANT hevur egnar framleiðslur í Vatnsoyrum, í Miðvági og á Rituvíkshálsi. Haraftrat hava vit toymir, sum seta vindeygu og hurðar í kring alt landið.