Seinasta

Glastrot í Europa

07 - 01 - 2021

Í heyst og undan jólum 2020 frættu vit frá okkara útlendsku sambondum, at trot ella seinkingar í útbering av glasi kundu koma fyri. Í løtuni framleiða glasverksmiðjurnar munandi minni nøgdir enn vanligt. Henda støða kann væntast at halda fram fyrstu mánaðirnar í 2021.  

Orsøkin er fyrst og fremst at koronasmittan tók seg upp á vári 2020. Hetta gjørdi at glasverksmiðjurnar máttu umskipa framleiðslu og starvsfólk. Virksemið bleiv tískil munandi skert. Haraftrat væntaðu verksmiðjurnar at eftirspurningurin fór at lækka í eina tíð, og valdu tískil at seta neyðugar umvælingar í gongd. Í norðurlondum er eftirspurningurin eftir glasi kortini ikki lækkaður, síðani korona rakti Europa. Tískil er kapping um at fáa hendur á glasi.

Vit hoyra tó at framleiðarar gera alt tað tey kunnu, fyri at nøkta eftirspurningin, og at hava eina so stóra framleiðslu koyrandi sum gjørligt, - alt við atliti til krøv um verju móti smittuvanda. 

Hjá Grant gera vit tað vit kunnu, fyri at fáa glas heim til allar okkara kundar. Um seinkingar koma fyri, boða vit kundum frá skjótast gjørligt. Enn hava vit tó klárað at fingið glas heim til tíðina. Framyvir vóna vit eisini at vit og føroyskir kundar sleppa snikkaleys frá hesi avbjóðing.

Vónandi vilja okkara kundar halda okkum til goðar, um seinkingar verða orsaka av glastroti.