Seinasta

Hví er døgg á rútinum?

13 - 01 - 2021

Tað er ein vanligur trupulleiki, at døgg legst á innaru síðuna á rútinum í vindeygum. Orsøkin til at døgg kemur á rútin, er at heit slavin inniluft rakar eina kaldari glasflatu. Tá tann heita luftin við hægri vætuinnihaldi kemur í samband við kaldar flatur sum t.d. ein rút, verður luftin køld niður, og vætan í heitu luftini skilir seg út, og legst á tí køldu flatuna.

Døgg sæst ofta undir skiftandi veðri t.d. um várið og heystið, tá tað er stilli, klárt og kuldi er í veðrinum. Døgg kann eisini koma á rútarnar á nýggjum vindeygum í eldri húsum. Orsøkin er at húsini gerast nógv tættari av bjálving og tetting. Eini væl bjálvað hús, sum ikki hava góða útlufting, eru í størri vanda fyri at fáa døgg á vindeyguni innan.

Hvat er at gera?

Bestu ráðini eru at lufta væl og regluliga út. Hevur tú ikki eina sjálvvirkandi útlufting, mugu vindeyguni latast upp eina løtu hvønn dag. Skilagott er at turka døggina vekk hvønn morgun, fyri at fyribyrgja soppi og halda eina sunna inniluft.

Vit hava gjørt eina frágreiðing um døgg. Finn skjalið niðast á hesi síðuni: https://grant.fo/garantiogkunning