Tilvísingar

Brigadahús við HDYGD-vindeygum

Sí myndasavnið undir greinini

Her hjá GRANT fegnast vit um at síggja hesi sera vøkru og hugnaligu hús, sum Brigada Hús við Beinir N. Olsen, byggir kring landið. Vit hava verið ein túr við myndatólinum, og kunnu tí vísa myndir av seks húsum, har summi eru liðug og onnur í ger. Brigada Hús hevur valt at seta HDYGD-vindeygu og hurðar frá GRANT í øll húsini. Vit halda sjálvi, at tað sær sera snotiligt út. Og vit vita, at hetta eru vindeygu og hurðar sum halda. 

Vindeyguni eru plastvindeygu við 3-lag orkusparandi glasi. Hetta eru tey haldførastu á marknaðinum, og hava eitt serliga langt garanti á 12 ár, sum bara GRANT veitir. Haraftrat eru plastúthurðar av somu dygd, sum vindeyguni, í øllum Brigadahúsum.

Dragihurðar út á svalan er ein nýggjari vøra frá GRANT. Vit eru farin undir at framleiða vakrar, brúkaravinarligar og serliga haldførar dragihurðar. Hetta gevur einum húski nógv betri møguleikar at fáa samband millum inni og úti.

Vit takka Brigada Hús fyri at brúka okkara HDYGD-vindeygu, og ynskja øllum húsaeigarum hjartaliga tillukku við teirra nýggju hugnaligu húsum. Vit gleða okkum at síggja enn fleiri Brigada Hús kring landið. 

Á heimasíðuni hjá GRANT kann man lesa meira um m.a. plastvindeygu, plastúthurðar og nýggju dragihurðarnar.