Tilvísingar

Tórsvøllur eystur- og suðursíðan
Samstarv við J&K Petersen
Aludeildin hjá GRANT, sum tá æt Aluplast, hevur framleitt og sett glas og alufasadurnar í bygningarnar á Tórsvølli.
Byggingin av nýggja FSF húsinum, er gjørd sum ein partalagssáttmáli millum J & K Petersen, Tórshavnar kommunu og FSF. Talan er um víðkan av verandi arbeiði á sunnaru síðu, og at gera nýggja eystaru síðu á Tórsvølli.
Umleið 2700 áskoðarar kunnu verða undir taki á eystaru síðu, meðan sunnara síða tekur 900 áskoðarar.
Ætlanin er, at Tórsvøllur skal lúka øll krøv, sum UEFA og FIFA seta til leikvøllir.
Byggiharri: Tórshavnar kommuna og FSF
Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði: Nýbygging
Tíðarskeið: Medio 2014 – medio 2015
GRANT takkar J&K Petersen fyri møguleikan at vera undirveitari.