Tilvísingar

Timburvindeygu, hugnalig smátta og stórsligin náttúra

Smátta í Gásadali

Tíðliga á sumri í 2020 vóru vit ein túr í Gásadali og sóu hesa sermerktu smáttuna, sum júst var liðug bygd. Tilfar og innbúgv er neyvt útvalt og sniðgivið til endamálið. Tí eru vit errin av, at smáttan hevur timburvindeygu frá GRANT.

Tað er Jákup Suni Lauritsen, byggifrøðingur og bygningssnikkari í Sørvági, sum saman við bróður sínum Trøndur Lauritsen, hevur bygt smáttuna. Hetta er fyrsta av fleiri smáttum, sum teir ætla at byggja í lendinum inni í dalinum framvið Dalsá, sum er áin sum rennur oman í tann kenda Múlafoss. Tí kallast smáttan Múlafossur Cottages á Facebook. Í hesi fyrstu smáttuni eru fýra seingjarpláss. Teir hava stórar ætlanir um at gera eitt hugnaligt familjuvinarligt frítíðarøki við ymiskum møguleikum. Spennandi verður at fylgja við hvussu henda verkætlanin fer at taka seg út.

Timburvindeygu frá GRANT geva ein serligan hugna, hita og eina uppliving av at vera í náttúruni. Timbur er eitt livandi tilfar, har øll træpettir eru ymisk, og tú sært viðingar ella árringar í trænum. Tað eru nærlagdir snikkarar sum smíða timburvindeygu hjá GRANT. Hesir hava holla vitan um eginleikar hjá timbri, og velja bert tað besta timbrið til vindeygu. Tilfarið til okkara timburvindeygu hevur 65 til 70 % av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður eisini lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Okkara timburvindeygu eru tískil sera haldgóð. Haraftrat kanst tú velja, um vit skulu mála vindeyguni fyri teg á okkara verkstaði. Tá kanst tú vera vísur í at ongir heiligdagar eru í málingini, og at vindeyga er viðgjørt allastaðni. Til ber eisini at fáa óviðgjørd vindeygu ella ymiskan lit innan og uttan. Vilt tú hava tað besta, ber eisini til at fáa hesi vindeyguni við aluklæðningi uttaná.
Spyr okkum um møguleikar ella vitja grant.fo.