Tilvísingar

Snøgt, snotiligt og sterkt

Sethús við plastvindeygum

Hesi snøggu og snotiligu húsini standa í løtuni (heyst 2020) í ger í miðstaðarøkinum. Vit fegnast um at síggja, hvussu væl vindeyguni frá GRANT taka seg út. Hetta eru vindeygu úr plasti. Liturin kallast antrazit-grátt og er lagdur á við einum folie, sum heldur eins leingi og vindeyga. Plastvindeyguni frá GRANT hava altíð glas í trimum løgum við høgum bjálvingareginleikum.

Húsini eru teknað og bygd í nútíðar sniði. Tey eru eitt gott prógv um, at tær nýtist ikki at velja millum antin at hava sterk og haldfør vindeygu ella eitt lætt og snøgt snið. Her kanst tú fáa bæði!
Hetta er snøgt og snotiligt. Og dygdin er tann væl kenda frá GRANT.