
Framherji í Fuglafirði, høvuðssætið
Glasfasadur og inniveggir úr glasi er ein stórur partur av okkara virksemi. Vit hava gjørt nógvar stórar uppgávur av hesum slagi. Nevnast kunnu m.a. nýggi virkisbygningurin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, Bank Nordik í Havn, Tórsvøllur í Gundadali í Havn og Ítróttarhúsið hjá Fuglafjarðar kommunu.
Tað seinasta avrikið í 2020 var stásiliga høvuðssæti hjá Framherja á bryggjuni í Fuglafirði. GRANT hevur neyvteknað, framleitt og sett upp alt glas og allar aluminium-konstruktiónir í snotiliga bygninginum. Haraftrat hava vit sett eina hátøkniliga sjálvvirkandi hurð í durðin. Byggiharri er Framherji. Arkitektur er Henning Larsen NA. Høvuðsarbeiðstakari er Búsetur.
Njótið myndirnar av verkinum.
Til ber eisini at finna ein faldara við hesum og fleiri myndum HER.
























