Tilvísingar

GRANT ger karm um útsýnið

Ítróttarhúsið í Fuglafirði

Tað kom hvítur roykur út skorsteininum henda dagin í mars 2020, tá seinastu aluminiums-konstruktiónirnar vóru settar í Ítróttarhúsið í Fløtugerði í Fuglafirði. Hugtakandi var at síggja Risan, sum lastbilurin kallast, strekkja kranan út á 38 metrar, har okkara menn hegnisliga tóku ímóti og settu í. 

Hóast alt landið er ávirkað av korona-tiltøkum, er mótið gott í Fuglafirði. Í eitt ár hevur byggingin av nýggjum ítróttarhúsi verið í gongd, og nú sæst týðiliga, hvussu snøggur bygningurin verður tá hann er liðugur. Tað er Teknistovan Gøta, sum hevur teknað bygningin, og Heildarverk stendur fyri høvuðsarbeiðstøkuni.

GRANT hevur havt heiðurin at framleiða hesar nútímans aluminiumsfasadur við stórum glasflatum. Ítróttarhúsið verður í 3 hæddum, har 1. byggistig er at innloka alt húsið og innrætta niðastu hædd. Í niðastu hædd verða 4 umklæðingarrúm, dómararúm, goymlsurúm, onnur rúm og lift til hinar hæddirnar.

Hetta verða stimbrandi umstøður fyri fótbóltin og ítróttina sum heild í Fuglafirði. Hvíti roykurin boðar frá nýggjum tíðum í Fuglafirði. Vit fegnast um at vera partur av hesum framburði.